Dynamo ungdómstoymi frelsunarherinum-barna-og-ungdóms-arbeiðari

Dynamo – føroyskum

Hevur tú hug til at fáa innlit í hvat ein barna- og ungdómsarbeiðari ella ein samkomuhjálpari, tekst við? Ella ynskir tú tær eitt ár, har dentur verður lagdur á kristna trúgv, har tú verður avbjóðað/ur, betri kennskap til Gud og teg sjálva/n? So kanst tú søkja til Dynamo – Ungdómstoymi í Frelsunarherinum!

Dynamo gevur góða undivísing og spennandi arbeiðsvenjing í fleiri pørtum í Frelsunarherinum, har høvuðsdentur verður lagdur á, hvussu tað er at virka sum barna- og ungdóms arbeiðari ella sum samkomuhjálpari í Frelsunarherinum og í øðrum kirkjum og samkomum. Tú fært royndir í allskyns umstøðum og tað er ein serstakur møguleiki at, verða verða virkin í teim ymsu umráðunum í Frelsunarherinum og harvið fáa betur kennskap. Toymi kemur at støðast á vøkru oynni Jeløya, uttanfyri Moss.

Undurvísing

Undirvíst verður í bíbliu- og trúarlæru, søgu Frelsunarhersins, leiðslu, sálarhjálp, samkomu-og hjálpararbeiði og harumframt barna- og ungdómsarbeiði.

Virkisroynd

Í stórum pørtum av árinum verður skipa fyri viðkomandi arbeiðsvenjing. Tú sum Dynamo-luttakari kanst fáa royndir í ymsum pørtum í Frelsunarherinum. Sum tildømis, at verða við í tí slóðbrótandi arbeiðinum hjá Frelsunarherinum í Groruddalen, sum hevur eitt breitt tilboð til børn, ung og familjur, somuleiðis eisini nýggj ítriv sum t.d e-sport fyri ung og hálvvaksin. Tú kanst eisini fáa tilboð um royndartíð í sosialtænastuni hjá Frelsunarherinum.

Dynamo er eitt ársskeið í kristnari trúgv og tænastu.

Fylg Dynamo á Instagram!

Tonje madeleine ringvold
– Eg gleði meg stórliga til byrjanina av Dynamo, sigur toymisleiðarin, Tonje Madeleine Ringvold

Hevur tú spurningar?

Vinarliga send ein e-post til toymisleiðaran Tonje Ringvold. Farttelfonnummar +47 970 08 166.

Er tú áhugað/ur í at luttakað í Dynamo?

Fyll út oyðiðblaðið, so seta vit okkum í samband við teg!

dd/mm/áááá
RN 06062012 Jeløy0701
RN 06062012 Jeløy0695
RN 06062012 Jeløy0673
RN 06062012 Jeløy0656f
Toymi kemur at búleikast í bygningum hjá Frelsunarherinum á hugnaligu oynni Jeløya! Undirvísingin kemur at fyriganga millum annað, í tí søguliga bygninginum, Framnes. Stuttur vegur er til strondina, sjógvin og einastandi vøkur øki, sum kunna upplivast til gongu. (Mynd: Rannveig Nordgaard)
Dynamo-logo i rødt med gress og sol som bakgrunn.